Tíðinda- og greinasavn
Kjak
Heim
Slóðir
Felagið
myndasavn
Innliman
Rita inn
Brúkaranavn/teldupost:
Loyniorð:
 Minst til mín
 
 
Hendingar
Ongar komandi hendingar eru skrásettar
blank
 
Politiskir Hugsjónardagar
05/03-10 kl.02:35
Tíðindi

Tveir leygardagar á rað skipa Unga Tjóðveldið og Tjóðveldi fyri hugsjónardøgum, har flestu samfelagsøki verða tikin upp í framløgum og kjaki.

Leygardagarnar 6. & 13. mars verða tjóðveldisáhugað fólk boðin at taka lut í eini hugsjónarbráðpannu í Sjónleikarhúsinum í Havn. Byrjað verður kl. 13.00 og hildið verður fram til kl. 17.30.   
 
Tíðin vit liva í er merkt av hugsjónaðarloysi og einsrætting. Standardisering. Trupult er at síggja munin á politiskum flokkum, hesir eru viknaðir, og ideologiska tærið gerst lakari sum tíðin gongur, og í hesum døgum tykist tað sum, at tey flestu eru samd um onki. Politiskt vacuum er avleiðingin og úrslitið. Tørvur er á hugsjónarligari dubbing, greiðari politiskari kós og í ovurmáta er tørvur á føroyskari tjóðarbygging.   
 
Unga Tjóðveldið og Tjóðveldi ætla sær at gera nakað við trupulleikan. Í fyrstu atløgu hava vit tikið stig til tveir hugsjónardagar, har vit hava heitt á átta “uttangarðsfólk”, á hvørt sínum samfelagsøki, um at leggja fram síni sjónarmið um søgu, fakfelagsstríð, frælsi, fiskivinnu, almanna- og heilsumál, mentan, búskap og vinnu. Harumframt fara formenninir í UT og Tjóðveldinum at boða frá, hvagar politiska leiðin gongur hjá ungmannafelagnum og flokkinum.   
 
Báðar dagarnar verður kjak á skránni. Tingmenn floksins og umboð fyri Unga Tjóðveldið sessast við pallborðið, og fara at skifta orð um ymsu politikkøkini, ið frammanundan eru varpað upp í framløgum og røðum. Framløgufólkini hava ongar teymar á sær, alt stendur fyri teirra egnu rokning, tí kann væntast, at politiska “establishmentið” verður provokerað til heitt orðaskifti og kjak við hugsjónarligum løðingum og krúti.   
 
Fyrra dagin – 6. mars – fara Hans Andrias Sølvará, Sonja J. Jógvansdóttir, Rói Patursson og Atli Gregersen at leggja síni sjónarmið fram. Eftir tað flytur Gunnhild Dahl Niclasen fram røðu. Annan dagin - 13. mars - fara Ronnie Thomassen, Jonhard Mikkelsen, Magni Arge og Hermann Oskarsson at leggja síni sjónarmið fram. Eftir tað flytur Høgni Hoydal fram røðu. 
 
Tónleikur verður eisini á skránni, og tað verða troubadurarnir Tróndur Enni og Uni Arge sum fara at undirhalda við guitara og sangi. Í onkrum steðgi verður felagssangur sungin.   Átakið er ætlað øllum tjóðveldisáhugaðum føroyingum, og byrjað verður stundisliga kl. 13.00 báðar leygardagarnar. 
 
Skráin fyri leygardagin 6. mars:   
 
13.00 – 13.30 : Hans Andrias Sølvará – politiska søgan   
13.45 – 14.15 : Sonja J. Jógvansdóttir – fakfelagsrørslan og politiska skipanin   
14.30 – 15.00: Rói Patursson – frælsi í breiðari merking   
15.15 – 15.45: Atli Gregersen – fiskivinnupolitikkur   
16.00 – 16.15: Gunnhild Dahl Niclasen – hvagar gongur politiska leiðin?   
16.30 – 17.30: Pallborðsorðaskifti - Annita á Fríðriksmørk, Heini O. Heinesen, Bjørt Samuelsen, Sjúrður Skaale og umboð fyri Unga Tjóðveldið           
 
Við tjóðveldiskvøðu  
Unga tjóðveldið og Tjóðveldi

 
Seinastu kjakboð
Skrivað hevur TorMarniWeihe, 05/05-10 kl.23:55
Skrivað hevur ReginID, 16/04-10 kl.03:12
Skrivað hevur Jenus, 16/03-10 kl.12:23
Skrivað hevur Jenus, 10/03-10 kl.06:42
Skrivað hevur Gunnhild, 03/10-09 kl.18:58
Skrivað hevur MKS85, 27/08-09 kl.17:20
Skrivað hevur runi, 23/03-09 kl.08:49
Skrivað hevur rogvinybo, 03/03-09 kl.15:11
Skrivað hevur sjurdur, 27/02-09 kl.09:58
blank