Hetta limabræv varð sent limum okkara. Vit leggja tað eisini á heimasíðuna, soleiðis at øll hava møguleika at lesa limabrævið.
Politikkur í Føroyum hevur síðsta árið verið merktur av nógvum turbulensi - sum so mangan áður - og vón Føroya fólks um, at nakað munagott kemur frá politikarum, fánar burtur, sum tíðin líður við meiningsleysa politikki teirra. Unga Tjóðveldið hevur tí hetta síðsta árið arbeitt virkið við at skipa fyri tiltøkum og hevur eisini roynt at samla fólk um hesi tiltøk fyri at vekja tey hugsjónarliga.Millum annað setti UT eitt tiltak á beinini um at raðfesta útbúgving í Føroyum. Tað var tað mundið, tá politikarar skóru játtanina til Fróðskaparsetrið – og hesum mótmæltu vit dúgliga.Eisini skipaði Unga Tjóðveldið fyri einum pallaborðsfundi í Miðlahúsinum, sum snúði seg um ung arbeiðsleys í Føroyum. Umframt at varpa ljós á útbúgving og arbeiðsloysi millum ung í Føroyum hevur stríðið fyri frælsi Føroya tjóð fylt allar mest. Nýggjasta átak Unga Tjóðveldisins er Support Faroese Independence, eisini kallað SFI.Í sambandi við SFI lovaði løgmaður okkum eina fólkaatkvøðu um loysing ella samband. Tað einasta, vit skulu gera, er at savna 50.000 undirskriftir, sum stuðla hesum. Unga Tjóðveldið er – saman við loysingarsinnaðum stuðlum her heima og uttanlands – væl ávegis við innsavningini. SFI tiltøk hava verið um alt landið á heysti 2009. Um tú ert áhugað/ur at síggja og hoyra løgmann lova okkum fólkaatkvøðu um loysing, far so inn á heimasíðuna mess.fo og finn videoið “løgmaður lovar loysing”. Landsfundur Unga Tjóðveldisins verður 6. mars. Nærri upplýsingar um landsfundin verða at síggja á heimasíðuni, Facebook og í fjølmiðlunum. Kom á landsfundin og ger tína ávirkan galdandi – tú ert eisini vælkomin at bjóða einum vini við. Um landsfundurin ella tiltøkini ikki hava tín áhuga, so ert tú eisini vælkomin at stuðla við limagjaldinum. Heimasíða okkara er ut.fo. Eisini hava vit eina fjepparasíðu á Facebook, sum tit eru vælkomin at stuðla og vera virkin í. Við frælsiskvøðuLandsnevnd Unga Tjóðveldisins


