Føroyingar hava lært, at tað er gott at vera ein Beta. Support Faroese Independence vil broya hendan hugburð.
''Alfabørn ganga í gráum. Tey arbeiða nógv harðari enn vit, tí at tey eru so ræðuliga klók. Eg eri ordiliga glað, at eg eri ein Beta, tí at so skal eg ikki arbeiða so hart. Vit eru tó nógv betri enn Gamma''irnir. Gammafólk eru býtt. Tey ganga øll í grønum, og Deltabørn ganga í khaki. Á nei, eg vil ikki spæla við Deltabørn. Og Epsilonarar eru enn verri. Tey eru ov býtt til at lesa og skriva, og so ganga tey eisini í svørtum. Tað er ein ræðuliga ljótur litur. Eg eri so glað, at eg er ein Beta".
Soleiðis ljóðar ein av mongu heilavaskingarorðunum, sum smábørnini í Heimsstatinum í klassikara Aldous Huxley Brave New World drukna í. Her verður framtíð tín avgreidd fyri teg, meðan tú enn ert eitt fostur. Tá ið tú ert komin í verðina, verður tú beinanvegin koyrdur í tín egna "bólk", har pavlovskar metodur verða brúktar fyri at fyrireika teg til eina framtíð, har starv títt er valt fyri teg, og har tú heldur teg til títt egna slag, um tú so ert ein Alfa, Beta, Gamma, Delta ella ein Epsilon. Men tað ger einki, tí at øll eru nøgd. Lívið er behagiligt, og øll hava tað gott. Fólk eru stúvstappað við sex, filmum, ið bæði kunnu følast og síggjast, syntetiskum tónleiki og ikki minst undurrúsevninum Soma, ið gevur eina doyvandi vælveriskenslu, alt uttan hjáárin. Fólk læra ikki at leingjast eftir einum øðrvísi lívi, og er hetta eitt av grundarløgunum í hesum samfelagi. Har finnast tó tey, ið ikki eru heilt nøgd við hetta fullkomna samfelagið. Hesi rýma ella verða send til ávís lond, sum til dømis Íslands, har tey sleppa at lesa og granska og kjakast um lívsins stóru spurningar. Fólk eru fundamentalt ófræls, men hvat ger tað, tá ið tilveran er so behagilig, nosslig, og tær ikki nýtist at gera tær teir stóru tankarnar um nakað? Føroyingurin fær inn við móðurmjólkini, at tað er gott at vera ein Beta. Gamaní, vit kunnu ongantíð verða ein Alfa, men hvat ger tað, so leingi vit hava tað gott? Sum Betatjóð nýtist okkum ongantíð at taka støðu til nakað uttan fyri okkara egna dunnhyl, og vit kunnu so hugna og stuttleika okkum, millum annað við undirhaldi, borðreitt fyri okkum av Alfatjóðini. Av og á sleppa vit enntá sjálv at vera við. Fantastiskt! Og vit eru sjálvsagt ikki sum handan Gammatjóðin, um tit vita, hvat eg meini. Support Faroese Independence vil fløkja alfabetið og blaka móru eftir pástandinum um, at vit øll, við orðunum hjá einum øðrum skaldi, eru so clever and classless and free. Vælkomin til paradigmuskiftið!


