Tíðinda- og greinasavn
Kjak
Heim
Slóðir
Felagið
myndasavn
Innliman
Rita inn
Brúkaranavn/teldupost:
Loyniorð:
 Minst til mín
 
 
Hendingar
Ongar komandi hendingar eru skrásettar
blank
 
Unga Tjóðveldið í broddi fylkingar
08/11-09 kl.18:32
Tórbjørn Jacobsen • Grein

Ígjárkvøldið (05.11.09) var ein sera áhugaverdur fundur um eitt lítið umrøtt mál í Føroyum. Arbeiðsloysi millum hin yngra partin av borgarum landsins.

Hin virkni politiski felagsskapurin Unga Tjóðveldið hevði tikið stig til fundin saman við Tjóðveldinum. Í pallborðinum sótu Gunnhild Dahl Niclasen, Bergtóra Høgnadóttir, Ernst Jacobsen umboðandi ALS-skipanina og Esther Dahl umboðandi Vinnuhúsið.   
 
Arbeiðsloysi er ikki hóttandi í Føroyum, í løtuni ein væl minni trupulleiki enn í grannalondunum, men tað er vaksandi, og serliga millum tey ungu hevur vøksturin tikið meira dik á seg enn gott er. Hartil eru ongi hagtøl fyri, hvussu støðan er viðvíkjandi teimum, sum ongantíð hava verið ella eru komin inn á arbeiðsmarknaðin. Evnið á fundinum er eitt nógv umrøtt mál kring allan heimin í hesum døgum, og táið politisk ungmenni hittust í Stockhólmi, táið Norðurlandaráðið helt sína sessión har fyri kortum, var hetta høvuðstemaið kjakað varð um. Gunnhild umboðaði Unga Tjóðveldið á hesum fundi, og haðani man íblásturin til fundin í Miðlahúsinum vera komin.   
 
Fundurin var óvanliga informativur, pallborðið var ógvuliga væl fyrireikað, og nógvir av fundarluttakarunum tóku orðið, og førdu fram síni sjónarmið. Niðurstøðan var, at hetta er eitt mál, sum allir avvarðandi partar í samfelagnum mega hava sær fyri eygað, og gera nakað við. Politiska skipanin, fakfeløg, arbeiðsgevarar og ALS-skipanin. Semja var um, at vantandi hagtøl eru ein stórur bági, tí trupult er at leggja ein politik til rættis, táið ongin veit ítøkiliga hvussu stórur trupulleikin er, og hvar hann er, í fólkinum.   
 
Fundurin var eitt gott dømi um, hvussu ófatiliga týdningarmikil ein felagsskapur sum Unga Tjóðveldið er, nú so mangt annað rekst fyri hugan á fólki. Við at taka hond um og royna at lekja trupulleikar í samfelagnum hevur felagið lagt seg í brodd fylkingar. Tað blíðkar altíð fyri hugaðum kvinnum og monnum, og tað er gleðiligt, at ein ungdómsfelagsskapur roynir at menna samfelags engagementið hjá serliga sínum egna ættarliði.   
 
 
tj-.    

 
Seinastu kjakboð
Skrivað hevur TorMarniWeihe, 05/05-10 kl.23:55
Skrivað hevur ReginID, 16/04-10 kl.03:12
Skrivað hevur Jenus, 16/03-10 kl.12:23
Skrivað hevur Jenus, 10/03-10 kl.06:42
Skrivað hevur Gunnhild, 03/10-09 kl.18:58
Skrivað hevur MKS85, 27/08-09 kl.17:20
Skrivað hevur runi, 23/03-09 kl.08:49
Skrivað hevur rogvinybo, 03/03-09 kl.15:11
Skrivað hevur sjurdur, 27/02-09 kl.09:58
blank