Unga Tjóðveldið og Tjóðveldi skipa fyri pallborðsfundi um arbeiðsloysi millum ung
Pallborðsfundur um arbeiðsloysi millum ung verður í Miðlahúsinum 5. nov kl. 19.30 til 21.30. Arbeiðsloysi í Føroyum er vaksandi, og ungdómurin er ein sera útsettur bólkur, serliga tey, sum júst hava lokið fólkaskúla, miðnámskúla ella annan lesnað. Hetta kemst av, at fleiri ikki hava royndir og tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og hava tí kanska verri við at fóta sær. Umráðandi er, at hesin bólkur verður umboðaður í samfelagskjakinum um trupulleikarnar kring arbeiðsloysi. Pallborðsluttararnir verða: Umboð fyri ALS Esther Dahl, Vinnuhúsið Gunnhild Dahl Niclasen, Unga Tjóðveldið Bergtóra Høgnadóttir, tingkvinna Tjóðveldi Byrjað verður við styttri framløgum frá pallborðsluttararunum, og síðani verður kjak. Tjóðveldi og Unga Tjóðveldið skipa fyri


