Unga Tjóðveldið mótmælir lækkingini av ÚSUN/hækkingini av stættarmunum
Unga Tjóðveldið er harðliga ímóti at lækka ÚSUN-stuðulin, sum er skúlagjald fyri hægri lærustovnar uttan fyri norðurlond. Hendan lækkingin fer at hava við sær, at tey, sum eru sloppin inn á teir bestu útbúgvingarstovnarnar fyri víðari lesnaði uttanlands, og sum ikki hava foreldur, sum hava ráð at senda tey her, hava nú ikki møguleikar at fíggja lesnaðin. Langtíðaravleiðingin av hesum kann verða, at ein nýggj yvirstætt verður skapt í Føroyum, sum hevur betri útbúgvingar og betri lønir enn onnur hava møguleikar til at fáa. Eisini skal nevnast, at tað er sera órættvíst, at foreldranna inntøka skal avgera møguleikarnar hjá tí einstaka at útbúgva seg, tí eingin velur sín sosiala arv. Enn ber til hjá verkafólkinum at senda børn síni út í verðina at lesa – hesum er Unga Tjóðveldið erri av - men um løgtingið fær loyvi at gera tílíkar tilvildarligar skerjingar á útbúgvingarøkinum, so verður ikki leingi áðrenn hetta gerst ógjørligt. Tískil vil Unga Tjóðveldið heita á landsins politikarar um at geva øllum somu møguleikar - treytaleyst sosialum arvi - og atkvøða ímóti uppskotinum um skerjing av ÚSUN-stuðlinum.


