Sambandssinnaðu javnaðarfólkini er longu farin í sambandsgrøvina. Nú bjóðar Unga Tjóðveldið teimum fullveldissinnaðu javnaðarfólkunum vælkomnum at stuðla tjóðveldishugsjónini, har vit øll gjalda í felag og eftir førimuni.
Nýggj veljarakanning, ið Fynd hevur staðið fyri, vísir, at Javnaðarflokkurin missir alsamt fleiri atkvøður, og hevði verið val í dag, hevði hann bert fingið 14,7% av atkvøðunum. Flestar atkvøður fær Sambandsflokkurin.
Hvat sigur hetta okkum?
At ørkymlaðu Javnaðarfólkini flýggja til Sambandsflokkin? Hví fara frá einum sosialdemokratiskum flokki yvir í ein borgarligan flokk? Hvat sigur hetta um Javnaðarflokkin? Stjórnmálafrøðingur heldur, at flokkurin er á veg til upploysing – flokkurin hevur mist seg sjálvan burtur millum tvær borgarligar kempur, og hugsjónarliga kumpassin snurrar vesalliga báðar vegir, tá ið hon ikki stendur still. Men ikki skuldi tað verið neyðugt at ofra virðini og grulva høgrumegin miðlinjuna. Hví koma hesi javnaðarfólk ikki til Tjóðveldi? Er tað ein spurningur um tryggleika, har øll, ið ikki eru tjóðveldisfólk mestsum av sær sjálvum detta inn um gátt hjá Sambandinum? Ella sigur hetta nakað um Tjóðveldi? Er Tjóðveldi farið ov langt burtur frá síni samhaldsføstu hugsjón? Av og á er tað sunt hjá øllum politiskum flokkum at líta inneftir og smyrja hjólini í mekanismuni.
Tað tykist, sum eru tað fá, ið velja sambandið orsakað av borgarligum hugsjónum. Heldur stendur Sambandsflokkurin sum súmbolski mótpartur Tjóðveldis. Men samband í sær sjálvum er ikki ein politikkur, heldur ikki eitt mál: tað er status quo, og um ein fyrrverandi javnaðarveljari ger av at seta X við lista B, kann sigast, at hann ongantíð brendi fyri javnaðarhugsjónini. Veruleikin er tann, at Javnaðarflokkurin ikki hevur ein miðvísan politikk longur, og sostatt fara gamlir veljarar beint yvir til Sambandið, har heldur eingin veruligur politikkur er.
Sambandssinnaðu javnaðarfólkini er longu farin í sambandsgrøvina. Nú bjóðar Unga Tjóðveldið teimum fullveldissinnaðu javnaðarfólkunum vælkomnum at stuðla tjóðveldishugsjónini, har vit øll gjalda í felag og eftir førimuni.
Landsnevnd Unga Tjóðveldisins


